Ein nýggjur tilburður staðfestur seinasta samdøgrið

corona19-04-2020 - 10:04 - Jóanis Albert Nielsen

Tað eru nú í alt 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6021 kanningarúrslit.

Sostatt er ein persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 176 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.