Ein persónlig heilsan

politikkur31-08-2019 - 09:21 - Jóanis Nielsen

EIN PERSÓNLIG HEILSAN

Góðu tit.

Tit vita øll hvat eg persónliga standi fyri.

Sum kunnugt stilli eg upp fyri Miðflokkin til løgtingsvalið í morgin tann 31. august 2019.

Skilagóður politikkur má verða knýttur at eini realistiskari heildarfatan við umhugsni í veruleikanum, sum vit øll dagliga liva í. Við tí grundarlagnum ber til, at fremja siðiligan politikk við vælviljandi hugburði til samskipaðan felagsskap og samstarv. Tástani verður politikkur eitt sunt og virkið amboð, ið smíðar virðiligar, skilagóðar og støðugar loysnir. Á tann hátt verða týdningarmikil politisk mál rokkin, ið eru til uppbyggingar fyri alt samfelagið, har fólkalig vælferð og sunn lívsvirðir verða framd í verki, ið gagna samfelagnum best. Tann uppgávan krevur fólkavaldar politikarar við hjarta og prinsippum – eisini tá ósemjur stinga seg upp.

Um tú velur meg inn í Løgtingið, so fari eg í komandi valskeiði, at virka útfrá valskránni hjá Miðflokkinum. Harumframt fari eg at virka fyri øllum tí, sum eg havi lagt fram í valstríðnum. Og í øllum hesum er Kristus dagligi ráðgevari mín.

Við inniligum ynski um Guds signing.

Kærar heilsanir
Ragnar Ludvig.