Ein sjálvstøðug føroysk rødd

politikkur03-06-2019 - 15:22 - Jóanis Nielsen

Í sjónvarpinum fríggjakvøldið byrjaði Magni Arge við at siga, at tað var alneyðugt at hava eina frælsa føroyska rødd at tala Føroya sak

á Fólkatingi. Alternativið til ta frælsu røddina (sum sjálvandi var hansara) eru tvær sambandsrøddir, segði Magni, tí allir hinir stóru flokkarnir eru bundnir upp í danskar flokkar.

Hetta er ósatt, sum Magni sigur. – Eg kann bara tala fyri mín flokk! Fólkaflokkurin er ein sjálvstøðugur flokkur og er ikki bundin av donskum flokkum.

Søguliga hevur umboð floksins havt praktiskt samstarv við tann konservativa flokkin og hevur ikki viljað felt eina borgarliga danska stjórn, um flokkurin kom í ta støðu, at hann hevði ta avgerandi atkvøðuna.
Tjóðveldismenn eru, sum vant, nú upp undir val farnir at tosa um loysing. Men tann, sum hevur verið leingi í politikki, veit, at Tjóðveldi fyrst og fremst er ein vinstrasosialistiskur flokkur. – Einki hevur prógvað tað betur enn hetta samgonguskeiðið.

Tjóðveldi hevur á Fólkatingi verið ógvuliga nær Enhedslisten, sum er sprottin úr kommunistum og vinstrasosialistum og liggur uttast á vinstraveinginum í donskum politikki, og í Norðurlandaráðnum hevur Høgni Hoydal umboðað Enhedslisten og tann vinstrasosialistiska bólkin, sum er samansettur av flokkum í Norðurlondum, sum eru heilt úti á vinstraveinginum – ja, so langt úti, at teir næstan fara útav!
Tann, sum veit hetta, skilir eisini betur politikkin hjá Tjóðveldi.  

Jógvan á Lakjuni

Valevni til Fólkatingsvalið