Eingin og øll stýra landinum í løtuni

politikkur05-05-2020 - 12:01 - Jóanis Nielsen

Tá koronasmittan rakti okkum, bar samgongan seg skjótt at og dugdi væl at lata samfelagið aftur. Men nú samfelagið spakuliga skal opna aftur gongur striltið. Løgmaður sigur eitt, heilsumyndugleikarnir eitt annað. Og bæði í landsstýrinum og í samgonguni eru einstaklingar, sum alment koma við boðum, sum mótsiga restini. Tað er ikki løgið, um fólk eru forvirrað. Tí tað virkar sum um, at bæði eingin og øll hava leiðsluna í landinum í løtuni.

Í farnu viku greiddi løgmaður frá, hvussu skúlar og annað skal lata upp aftur. Men longu nú sigur Jenis av Rana, at alt skal gerast øðrvísi.

Bárður segði á tíðindafundinum, at fyrsti og annar árgangur á miðnámi skuldu byrja aftur.

Jenis sigur nú, at triðjaársnæmingarnar eisini fara í gongd.

Og so er tað spurningurin um, hvussu skal tað gerast. Hósdagin sló løgmaður fast, at tað skal sjálvandi gerast við at yvirhalda læknafakliga tilmælið um 2-metra frástøðu millum næmingar.

Men so kom sunnudagurin, og Jenis av Rana hevði eina helt aðra ætlan: vit droppa tilmælið um tveir metra frástøðu millum næmingarnar, og so fylla vit skúlarnar aftur sum skjótast.

Hvørjum skulu vit trúgva? Vit hoyra eitt frá løgmanni, eitt annað frá fleiri samgongulimum. Og so okkurt triðja frá Jenisi, sum sýnist at vera farin fullkomiliga í sjálvdrátt í landsstýrinum.

Tað skapar forvirring og óneyðugan ótta. Hvørjum skulu foreldrini trúgva? Hvat skulu tey fortelja børnunum?

Og so tann nógv viðgjørdi spurningurin um tvungið sóttarhald. Her hevur løgmaður verið rættiliga greiður og sagt, at landsstýrið ikki ætlar at tvinga nakran í sóttarhald. Heldur ikki ferðafólk. Men so koma bæði floksfelagi hansara Johan Dahl og samgongufelagin Christian Andreasen og siga, at teir eru ósamdir.

Fleiri samfelagsbólkar, harundir okkara eldru hava víst stórt tol og sita enn og bíða. Tey mugu hava eitt svar. Tess longri samgongan drálar og hálar í fleiri ættir, tess longri sita okkara eldru einsamøll og bíða. Tess truplari verður tað hjá skúlum, eldraheimum og øðrum stovnum at lata upp aftur. Og tess ómøguligari verður tað fyri okkara ungu at vita, hvat tey kunnu vænta sær komandi tíðina.

Føroyingar í øllum aldri og úr øllum samfelagsbólkum hava víst seg frá síni sterkastu síðu hesar seinastu mánaðirnar. Tey hava uppiborið greið boð við greiðari stýring. Tí meðan landsstýrið drálar, sita okkara eldru einsamøll, og næmingar, vinnulív og øll vit onnur ganga í óvissu.

Djóni Nolsøe Joensen

Javnaðarflokkurin