Eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið

corona09-04-2020 - 09:01 - Jóanis Nielsen

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5299 kanningarúrslit.

Sostatt er eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Hetta er annar dagur á rað, at eingin persónur er staðfestur smittaður.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 136 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Heilsumálaráðið tann 9. apríl 2020