
Eingin smittutilburður í gjár
corona11-01-2021 - 20:02 - Jóanis Albert Nielsen
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 646 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 209.995 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 646 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 610 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 36 persónar smittaðir í løtuni.
Tvey fólk eru í løtuni innløgd á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.