
Eingin smittutilburður staðfestur í gjár
corona21-01-2021 - 12:29 - Jóanis Nielsen
Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í gjár vórðu 491 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 217.211 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 652 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 644 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru sjey persónar smittaðir í løtuni.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.