Mynd: John F. Haraldsen.

Eini 8.000 tons av svartkjafti verða landað til Havsbrún um vikuskiftið

vinna21-03-2020 - 13:58 - Jóanis Nielsen

 Nógvur svartkjaftur verður landaður í Fuglafirði um vikuskiftið, vit meta umleið 8.000 tons.

Høgaberg kom á Fuglafjørð í morgun, Borgarin kom beint eftir middag, Finnur Fríði kemur seinnapartin á Fuglafjørð, Arctic Voyager skal eisini land í Fuglafirði.

Høgaberg landar nú, so skal Finnur Fríði landa, so Borgarin og so Arctic Voyager.

Prísurin er batnaður í Fuglafirði, teir fáa nú 2 kr og meira fyri kilo.