Tórbjørn Jacobsen, Jóannes Eidesgaard og Bjarni Djurholm skiftu orð í sjónvarpsstovuni um avrikini hjá landsstýrissamgonguni fyrsta árið. Sólvit Nolsøe er vertur.

Eitt ár síðani løgtingsvalið

politikkur31-08-2020 - 17:46 - Jóanis Nielsen

KVF: Tórbjørn Jacobsen, Bjarni Djurholm og Jóannes Eidesgaard gera viðmerkingar um fyrsta árið hjá landsstýrissamgonguni.

Í dag fyri einum ári síðani var løgtingsval.

Tað endaði við, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin skipaðu landsstýrissamgongu, við Bárði á Steig Nielsen sum løgmanni.

Hvussu hevur fyrsta árið hjá samgonguni so hilnast?

Seinnapartin vóru Tórbjørn Jacobsen, Bjarni Djurholm og Jóannes Eidesgaard í sjónvarpsstovuni og gjørdu viðmerkingar um avrikini hjá samgonguni.

Orðaskiftið millum teir tríggjar fyrrverandi landspolitikararnar verður sent í Degi og Viku í kvøld. Sólvit Nolsø er vertur.