Eivind kemur á Kollafjørð fyrrapartin í morgin

vinna13-03-2019 - 15:14 - Jóanis Nielsen

 Línuskipið Eivind, sum hevur verið til fiskiskap á Flemish Cap, kemur á Kollafjørð fyrrapartin í morgin, Eivind hevur útvið fulla last, teir skulu landa veiðuna í Kollafirði.

Eivind hevur teir seinastu dagarnar havt buldrasligt veður, beint nú eru teir staddir vestur av Føroya Banka.

Tað eru 17 mans við Eivind, skipari er Jan Vang av Norðskála.