Eivind kom fullfermdur á Kollafjørð

vinna11-11-2019 - 20:23 - Jóanis Nielsen

 Línubáturin Eivind kom fullfermdur á Kollafjørð í dag, teir hava 230 tons av frystum fiski, mest av toski og longu, sigur skiparin Jan Vang við JN.fo

Eivind byrjaði henda túrin í Eystur-Grønlandi, har teir fiskaðu umleið 75 tons, fiskiskapurin við Eystur-Grønland gjørdist smáligur, so teir avgjørdu at koma á Føroyagrunnin, har teir hava fiskað 155 tons, teir hava roynt vestanfyri.

Eivind landar veiðuna í Kollafirði.