Eivind landar í Kollafirði

vinna04-06-2020 - 10:31 - Jóanis Nielsen

 Frystilínuskipið kom á Kollafjørð í morgun við 193 tonsum, sum teir skulu landa í Kollafirði.

Eivind fór avstað 1. mai, fyrru helvt av túrinum royndu teir við Eystur-Grønland og seinnu helvt í føroyskum sjógvi.

Tað eru 13 mans við, skiðari er Jan Vang.