Eivind sleipaður úr Íslendskum sjógvi

vinna28-09-2020 - 09:12 - Jóanis Nielsen

VØRN: Tann 26.09.20 bleiv Brimil biðin um at fara til Íslands til eina hjálparveiting. Eivind hevði fingið maskin trupulleikar í Íslendskum sjógvi, har hann hevur roynt við línu.

27.09.20 kl. 07:00 Føroyska tíð var Eivind statur 17 fjórðingar sunnanfyri Høfn í Íslandi, tá ið Brimil kom til hann.

Havbúgvin hevur fingið loyvið at draga línuna upp hjá Eivind.

Brimil verður væntandi í Kollafjørði við Eivind 28.09.20 seint um kvøldi, har hann skal at landa, áðrenn hann skal til skipasmiðuna.

Myndirnar hevur Eliesar Jacobsen tikið.