Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF (t.v.) og Tróndur Arge, vertur í FSF Varpinum - Mynd: www.FSF.fo

Elitan spennandi Úrvalstilboð

ítróttur14-03-2019 - 18:26 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF. Evnið í sendingini er Úrvalstilboðið hjá FSF. Freistin at melda til Úrvalstilboðið, er fríggjadagin 15. mars.

Vit vilja gjarna skapa karmarnar, so okkara spælarar kunnu gerast betri, og vónandi røkka sínum máli. Hetta er fyrstu fer, at vit bjóða hetta tilboð, so vit eru øgiliga spent upp á, hvussu nógv fara at melda til, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.

Komandi fríggjadag er seinast freist at melda seg til FSF Úrvalstilboðið, ið er eitt samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og miðnámsskúlarnar í Føroyum.

Í FSF Varpinum hesaferð hoyra vit Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í FSF, greiða frá praktisku viðurskiftunum rundanum FSF Úrvalstilboðið. Eisini verður tosað við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandi Føroya, ið fortelur um tilgongdini í samband við FSF Úrvalstilboðið.

Tilmeldingin til FSF Úrvalstilboðið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=5j3pkdHoKjk]