Elsipa Jóhanna og John Frederiksen hava diamantbrúdleyp

Mentan20-11-2019 - 20:04 - Jóanis Albert Nielsen

Fríggjadagin 22 novembur hava hjúnuni Elsipa Jóhanna og John Frederiksen diamantbrúdleyp.


60 ár er ikki 60 dagar - mangt og hvat hava tey uppliva saman øll hesi áruni, og hava fingið 5 børn, 2 døtrar og 3 synir. So eiga tey eisini 12 ommu og abba børn, og 6 langommu og langabba børn.


Tey eru búsitandi í Miðvági, har tey bæði eisini eru frá, hon av Ryggji, hann úr kirkjar. Tey hava eisini búð á Bornholm í eitt tíðarskeið, har John átti fleiri fiskibátar.


At kunna fortelja sínum ommu og abba børnum frá tá man møttust fyrstu ferð fyri yvir 60 árum síðani, og at man kann feira diamantbrúdleyp, so er man so sanniliga heppin og kann gott siga at man hevur verið heldigur í kærleika. "vi skal gå hånd i hånd, gennem livet du og jeg", eitt brot úr einum sangi sum hóskar seg væl til tey bæði Elsipa Jóhanna og John sum saman kunnu feira at hava gingið hond í hond í yvir 60 ár.

Tey fara at hátíðarhalda dagin saman við nærmastu familjuni hjá sær.