EM-flogbóltur: Føroyar vann 3-0 á Grønlandi

ítróttur05-10-2019 - 08:40 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyar vunnu fyrsta dystin í kappingini 3-0 ímóti Grønlandi og hava sostatt lagt seg á odda í kappingini.

Settini endaðu 25-16, 25-14 og 25-16.

Undan dystinum bjóðaði Jákup Dam vegna Tórshavnar kommuna gestunum vælkomnum og helt eina røðu fyri gestunum.

Í dag skulu Føroyar spæla ímóti Skotlandi klokkan 19,00. Skotland tapti í gjár 3-1 ímóti Íslandi.

Dystinir kunnu síggjast á hesu leinkjuni.

http://fbf.fo/em--menn-2019

Dystarskráin:

Leygardag 5. oktober
Kl. 16.00 Ísland - Grønland
Kl. 19.00 Skotland - Føroyar

Sunnudag 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland