EM-flogbóltur: Skotland vann 3-0 á Grønlandi

ítróttur06-10-2019 - 15:40 - Jóanis Nielsen

Skotland vann dystin ímóti Grønlandi 3-0, og sosatt liggja teir væl fyri at vinna kappingina, alt eftir, hvat dysturin millum Føroyar og Ísland endar við seinni í dag.

Settini endaðu 11-25, 14-25 og 18-25.

“Finala” kl. 17,00

Klokkan 17,00 skal Føroyar spæla ímóti Íslandi og kravið til Føroyar er ein 3-0 sigur, um 1. plássið skal røkkast, ella at vunnið verður 3-1 við stórum settmuni.

Flogbóltssambandið vónar tí, at nógv fólk leita sær í Høllina á Hálsi at stuðla føroyska liðnum.

Dysturin í kvøld kann síggjast ella hoyrast á hesu leinkjuni.

http://fbf.fo/em--menn-2019

Dystarskráin verður henda restina av kappingini:


Kl. 17.00 Føroyar - Ísland