Endurlýsing: Starvsfólk til Frítíðartilboðið til børn í Vágum

Lýsing24-09-2020 - 20:00 - Jóanis Albert Nielsen

Hevur tú hug at arbeiða við børnum?

Vit søkja eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða í føstum starvi hjá Almannaverkinum í Vágum.

Um størvini

  • 1 fast starv sum námsfrøðingur á brøk 0,8 at byrja tann 01.11. 2020 ella eftir nærri avtalu.
  • 1 fast starv á brøk 0,8 at byrja tann 01.11. 2020 ella eftir nærri avtalu.

    Arbeitt verður í dagtímum, og einstakar dagar longri.

Arbeiðsuppgávur

Í tryggum umhvørvi er tú við til at menna førleikarnar hjá børnunum, at tey gerast før fyri at møta teimum avbjóðingum, ið lívið ber við sær. Í okkara arbeiði vilja vit møta einstaka barninum á tí støði, tað er á og út frá tí menna tey til at megna egið lív og avbjóðingar, og at tey í størstan mun læra sosialar førleikar og at samskifta við onnur menniskju.

Førleikakrøv

Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, ergo- og fysioterapeutur ella námsfrøðingur.

Tað kann vera ein fyrimunur, um umsøkjari hevur starvsroyndir innan psykiatri og/ella autismu.

Um ikki nóg nógv við nevndu útbúgvingum søkja størvini, kann hjálparfólk verða fyribilssett.

Væntanir

Væntað verður, at tú dugir væl at arbeiða við børnum, og hevur hug og hegni at arbeiða sjálvstøðugt. Tú má vera opin fyri nýhugsan og avbjóðingum og hava góð samstarvsevnir.

Væntað verður, at fylgt verður eftir mannagongdum og viðgerðarætlanum, sum er ein partur av miljøterapeutiska arbeiðinum.

Koyrikort er kravt.

Somuleiðis verður væntað at tú hevur hug og áræði til persónliga menning í starvinum, og er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kunnu betra um fakligu og persónligu førleikarnar.

Trivnaðardepilin – Eind 4

Eind 4 í Trivnaðardeplinum varðar av fólki, sum hava sálarliga sjúku og autismu, og somuleiðis er alt virksemið hjá Trivnaðardeplinum í Vágunum undir Eind 4.

Setanar- og lønarviðurskifti

Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum Eind 4. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.

Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfelag, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 07.10.2020 kl.23.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Biritu Clementsen, eindarleiðara á telefon 297453 ella Andreu Petursdóttir, leiðara á telefon 297449.