Enn eingin nýggjur tilburður staðfestur

corona06-06-2020 - 17:51 - Jóanis Albert Nielsen

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 10.257 kanningar.

Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.

123 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar kanningarnar vóru negativar. Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 3.987 kanningunum.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.