EUR-Express høvuðsstuðul hjá 07Vestur leikárið 2019

ítróttur09-03-2019 - 09:45 - Jóanis Nielsen

Nú bólturin fer á rull í dag, fegnast vit um, at kunna boða frá, at vit hava fingið í lag eina stuðulsavtalu við EUR-Express fyri komandi leikár. Sostatt verður EUR-Express høvuðsstuðul hjá 1. deildarliðnum hjá 07Vestur í 2019.

EUR-Express er ein flutningsfyritøka, ið veitir flutningstænastur bæði á sjógvi og landi. Vónandi verður tað saman við teimum, og øðrum góðum stuðlum, at tað eydnast okkum at flyta upp aftur í fremstu deild.

Vit takka EUR-Express fyri avtaluna, somuleiðis takka vit fyri allan stuðul, ið verður veittur felagnum, tað skrivar 07Vestur.