Evropeiski flogbóltsforsetin hitti Løgmann

ítróttur22-02-2020 - 09:32 - Jóanis Nielsen

CEV forsetin Alexandar Boričić kom fríggjadagin til Føroya, og sum tað fyrsta var hann á fundi við løgmann Bárð á Steig Nielsen - sum í sínum starvi eisini er verji ítróttina.


Boričić og Bárður umrøddu týdningin, sum ítrótt hevur fyri samfelagið og serliga umgdómin, og løgdu dent á ta serstøðu, sum lærarar og ítróttatiltøk í skúlunum hava, og skiftu orð um væleydnaða tiltakið við Flogbørnum, har børnini læra grundstigini í flogbólti.

Bárður á Steig Nielsen legði fram ynski Føroya um at gerast partur av olympiska felagsskapinum. Hetta málið hevur verið á skránni í meira enn 30 ár og er tað framvegis. Á øðrum fundi við Ítróttasamband Føroya seinni, fer hetta evnið ivaleyst at verða tikið framaftur. Tí hetta hevur nógv at siga fyri føroysk ítróttafólk, so tey sleppa at kappast undir egnum flaggi á olympiskum leikum.

Boričić takkaði løgmanni fyri dygga stuðulin, landsstýrið veitir føroyskari ítrótti og rósti stóru framgongdini, flogbólturin í Føroyum hevur verið fyri - og sum eisini løgmaður ásannaði.

CEV forsetin verður í Føroyum til týsdagin, og fer hesar dagarnar at hava fundir við lokalar myndugleikar, og leygardagin fer hann eisini at hyggja at steypafinalum í flogbólti millum SÍ og Mjølnir í Meistaradeildini. Eisini verður hann við til onkrar av barna-og ungdómsfinalunum, umframt at hann mánadagin verður við, tá Posta hevur útgávudag í sambandi við flogbóltsfrímerki.