EYOF 2019 í Baku

ítróttur22-07-2019 - 11:40 - Jóanis Nielsen

ÍSF skrivar:

Í gjár var Opening Ceremony har føroyska ferđaliđiđ sat millum áskođararnar, tá tađ var einasti møguleiki fyri at fáa Merkiđ viđ. Myndin er tikin uttanfyri Chrystal Hall, har setanin fór fram. Bólkurin sat ikki saman, og bar tí ikki til at fáa felagsmynd frá áskođaraplássunum.

Føroyar eru jú ikki limir í IOC, og sostatt heldur ikki EOC, sum fyriskipar EYOF (European Youth Olympic Festival). Til kappingarnar í svimjing og judo eru føroysku íđkararnar tó eyđmerktir sum føroyingar. Tađ stendur FAR útfyri nøvnunum, umframt Merkiđ.