Eysturbúgvin og Vesturbúgvin landa gulllaks á Toftum

vinna14-05-2020 - 14:19 - Jóanis Nielsen

Partrolararnir Eysturbúgvin og Vesturbúgvin komu á Toftir í nátt við umleið 230 tonsum av gulllaksi, sum teir landa har.

Veiðan verður seld til Tavuna í Leirvík.

Teir høvdu roynt vestanfyri hendan túrin.