Fågelfångarens son - varð frumsýndur í gjárkvøldið

mentan02-05-2019 - 09:24 - Jóanis Nielsen

 Nýggi Gásadalsfilminum "Fågelfångarens son" varð frumsýndur í Havnar Bio í gjárkvøldið.

Filmurin er væl úr hondum greiddur, leikararnir kláraðu sín leiklut í top, sera vakurt umhvørvið og spennandi at síggja - kanska kundi okkurt, verið kryddað meira - hugsi um víntunnuna, sum kom til Gásadals og stendur í Gásadali enn og sigst at koma frá fransaskipinum - annars alt í topp.

Aftaná frumssýningina í gjárkvøldið kundu hyggjarar seta spurningar til leikararnar ið vóru til staðar.

Vit vilja viðmæla at fara til filmin, sum verður vístur komandi dagarnar.