Mynd: Eyðun Gullaksen.

Fagraberg landar sild til Pelagos

vinna16-09-2019 - 21:03 - Jóanis Nielsen

 Fagraberg, sum hevur verið á sildaveiðu norður úr Íslandi, kom á Fuglafjørð í nátt við 900 tonsum av sild, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

Fagraberg verður liðugur at landa eftir middag í morgin.

Fleiri føroysk skip eru á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.