Fagraberg skal landa sild til Pelagos

vinna24-09-2020 - 13:09 - Jóanis Nielsen

Fagraberg, sum hevur verið í íslendskum sjógvi, har teir hava fiskað sild, kemur á Fuglafjørð kl. 4 við 1.200 tonsum, sum teir skulu landa til Pelagos, tað er góð sild teir koma við 400+.

Sildin hevur staðið í einum økið, har føroysku skipini ikki sleppa at fiska, men hesa vikuna hevur hon flutt seg longur eystiryvir.