Felagið Peningastovnar: Lønir kunnu verða seinkaðar vegna kaðalbrek

vinna16-05-2019 - 14:36 - Jóanis Nielsen

Lønir kunnu verða seinkaðar vegna kaðalbrek

Kaðalbrekið hjá NET í Tórshavn ávirkar tænasturnar hjá føroysku peningastovnunum í dag. Sjálvtøkur eru óvirknar, og í summum førum eru trupulleikar við at keypa við gjaldskorti á netinum og í handlum. Av tí at brekið framvegis ikki er rættað, er vandi fyri, at lønarflytingar eisini kunnu verða seinkaðar. NET arbeiðir við at rætta brekið, og peningastovnarnir kunna síni viðskiftafólk á heimasíðunum, tá ið skipanirnar rigga aftur sum vant.

Felagið Peningastovnar