Ferðslan minkað niður í helvt

vinna24-03-2020 - 14:03 - Jóanis Nielsen

LV skrivar:

FERÐSLA: Hóast tað bert er góð vika síðani, løgmaður gav boðini um at seta Føroyar niður í ferð, nú koronavirus ger um seg í landinum, síggjast stórar broytingar í ferðsluni á landsvegunum. Tað vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki.

Fyri at steðga koronavirusi í at breiða seg, ella í øllum førum i at spjaða seg so skjótt, at okkara sjúkrahúsverk ikki megnar at fylgja við, heitti løgmaður fyri góðari viku síðani á allar føroyingar um í størst møguligan mun at halda seg heima við hús og eisini arbeiða heimanífrá, um tað á nakran hátt ber til. Skúlar og dagstovnar sendu samstundis børn og ung heim at vera – fyribils fram til eftir páskir.

Ikki kann sigast annað enn, at vit hava tikið hesi boðini til okkum, og eru sum heild minni úti, bæði til gongu og í bili. Hetta sæst væl aftur á landsvegunum, har talið av persónbilum nú er minkað niður í nærum eina helvt. Tað vísa nýggjastu ferðsluteljingarnar hjá Landsverki, sum stava frá ymiskum útvaldum ferðsluteljarum kring landið. Talan er um ferðslu báðar vegir samantalt.

Tað var um 12. mars, at ferðslan av álvara minkaði, og í síðstu viku var persónbilaferðslan minkað við heili 45 prosentum í mun til, hvat hon vanliga er á hesum útvaldu leiðum. Ferðsluteljingarnar vísa eisini minni ferðslu í vikuskiftunum, og harafturat sæst eitt fall í ferðsluni leygardagin 29. februar, tá stormur rakti landið.

Talið av lastbilum og øðrum tungum akførum er tó ikki broytt stórvegis hesa seinastu vikuna, sum tølini á Sundi vísa. Ferðsluteljingarnar vísa eina minking á umleið 10 prosent, og tað kann sigast vera eitt gott tekin um, at samfelagshjólini framvegis mala. Lastbilaferðslan broytist sjálvsagt alt eftir virksemi í landinum, sum hevur nógva tunga ferðslu við sær, og í 2019 var framvegis nógv grótkoyring á Sundi í sambandi við Eysturoyartunnilin.

Hóast persónbilaferðslan er minkað nógv, er tað framvegis umráðandi at halda landsvegirnar farbarar, tá hált og kavi er. Á Landsverki verður tí stórur dentur lagdur á at tryggja, at vetrarhaldið ikki ávirkast av íkomnu støðuni við korona. Ein ætlan er gjørd fyri, hvussu vetrarhaldið skipar seg fyri best møguliga at fyribyrgja sjúku og smittu og fyri møguligum støðum, har starvsfólk verða rakt av sjúku ella sóttarhaldi. Hetta fyri framhaldandi at tryggja best møguligan framkomleika á landsvegunum.

Her síggjast ferðsluteljingar frá útvaldum støðum í landinum í tíðarskeiðnum 15. februar - 22. mars 2020. Dagfestingin er fyri í ár. Til samanberingar eru tilsvarandivikurfrá 2019 settar inn í myndirnar. Tað framgongur týðiliga, at persónbilaferðslan minkar munandi ta síðstu vikuna í 2020, tá fólk eru biðin um at halda seg heima fyri at fyribyrgja spjaðing av koronasmittuni/covid-19.