FSF: 1. Umfar útsett til 15. mars.

ítróttur07-03-2020 - 19:43 - Jóanis Nielsen

Starvsnevndin í FSF hevur efturmett avgerðina at spæla 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum uttan áskoðarar, og hevur í staðin avgjørt, at allir dystirnir í 1. umfari verða útsettir til 15. mars

Fríggjakvøldið komu boð frá starvsnevndini í Fótbóltssambandi Føroya, at allir dystirnir í 1. umfari í Betri Deildini hjá monnum skuldi spælast uttan áskoðarar. Orsøkin er smittuvandin frá koronavirusinum.

Avgerðin varð tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr um kvøldi komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga at verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.

Men nú hevur starvsnevndin eftirmett avgerðina, og er komin til ta niðurstøðu, at 1. umfar í Betri Deildini hjá monnum verður útsett til sunnudagin 15. mars. Hetta hevur samstundis við sær, at í fyrstu atløtu verða umførini flutt eina viku, til møguleiki verður fyri at fáa kappingina í rættlag aftur.