Fimm feløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya

ítróttur15-05-2020 - 11:00 - Jóanis Albert Nielsen

Fimm kappróðrarfeløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya í 2020. Grunnurin hevur gjørt av, at av teimum 130.000 kr., sum grunnurin hevur at lata í ár, fáa fýra feløg 25.000 kr. hvørt og eitt felag 30.000 kr. til bátasmíð.

Róðrargrunnur Føroya fekk fimm umsóknir frá fimm ymiskum feløgum. Í trimum førum var talan um umsóknir um stuðul til at smíða 6-mannafør. Hinir báðir bátarnir, sum ætlanin er at smíða, eru eitt 5-mannafar og eitt 8-mannafar.

Feløgini, sum fáa stuðul úr grunninum, eru:

  • Klaksvíkar Róðrarfelag

  • Sandavágs Ítróttarfelag

  • Róðrarfelagið Knørrur

  • Skála Róðrarfelag

  • Argja Róðrarfelag

    Stuðulin verður útgoldin, tá kjølurin er strektur, og er hann ikki strektur 25. apríl í 2021, fellur játtaði peningurin aftur til grunnin. Tá kann felagið tó søkja av nýggjum.

    Róðrargrunnur Føroya varð endurreistur í 2018 eftir at hava ligið í dvala í mong ár.

    Á fíggjarlógini fyri 2020 játtaði løgtingið 100.000 kr. til at smíða kappróðrarbátar at styðja upp undir tjóðarítrótt føroyinga, og grunnurin flutti 30.000 kr. frá 2019 at gjalda út aftrat í ár.

    Róðrargrunnur Føroya hevur nú játtað stuðul til bátasmíð tríggjar ferðir, í 2018, 2019 og 2020.

    Virksemið hjá grunninum í 2021 er treytað av, at løgtingið aftur játtar grunninum pening á fíggjarlógini í heyst.