Finnur Fríði kemur á Tvøroyri í kvøld

vinna01-11-2019 - 20:01 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði er á veg á Tvøroyri við 1.400 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið, Finnur Fríði var heilt norðuri á 68,4N.

Í løtuni landar Gitte Henning á Tvøroyri, teir eru um at verða liðnir, so skal Jupiter landa, Finnur Fríði sleppir væntandi framat sunnukvøldið.

Vit á JN.fo tosaðu umborð á Finn Fríða fyri løtu síðan, teir leitaðu um teir sóu nakran makrel á veg inn, men tað var ikki nevnivert at síggja.