Nýggjastu


Finnur Fríði kemur á Tvøroyri í kvøld

vinna18-09-2018 - 18:45 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði er áveg á Tvøroyri við 750 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, støddin á makrelinum er millum 400 og 430 gramm.

Í løtuni landar Tróndur í Gøtu á Tvøroyri, teir verða liðnir seint í kvøld og tá sleppir Finnur Fríði framat.

Finnur Fríði hevur royn norðanfyri á uml. 63,4N

Teir rokna við at fara nýggjan túr hósmorgunin.