Mynd: Reidar Simonsen.

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri í morgin

vinna18-09-2019 - 23:10 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði, sum hevur verið til sildafiskiskap í íslendskum sjógvi, siglir heim, teir verða á Tvøroyri í morgin eftir middag, Finnur Fríði hevur 1.600 tons av góðari sild - støddin liggur um 450 gramm.

Vit tosaðu umborð fyri løtu síðan, sildin hevur flutt seg skjótt eystureftir, nú teir góvust, fiskaðu teir í útnyðring av Seyðisfirði, har royndu eisini Næraberg, Norðborg og Fagraberg - og Jupiter er ávegis í íslendskan sjógv at royna eftir sild.

Veðrið er hampuligt í kvøld, tó var eitt lot.