Mynd: Reidar Simonsen.

Finnur Fríði kemur á Tvøroyri leygarkvøldið

vinna16-11-2018 - 09:28 - Jóanis Nielsen

 Finnur Fríði fór í gjárkvøldið at sigla heim av sildafeltinum norðanfyri, teir hava roynt á umleið 67N - 68N, har eru Norðborg, sum hevur góða hálva last, og Jupiter, eisini eru tvey russisk skip á leiðini har.

Finnur Fríði hevur 1.600 tons, sum teir skulu landa á Tvøroyri, teir koma á Tvøroyri seint leygarkvøldið.

Vit á JN.fo tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir søgdu frá hampuliga góðum fiskiskapi, sildin er væl fyri, men tekin eru til, at hon byrjar at blíva kynsbúgvin, tá plagar hon at flyta seg skjótt eystureftir, varð sagt av Finni Fríða.

Veðrið var gott í gjárkvøldið á leiðini norðanfyri føroyska markið.