Finnur Fríði landar til Havsbrún

Vinna18-05-2020 - 07:00 - Jóanis Albert Nielsen

Um fimm tíðina í morgun kom Finnur Fríði á Fuglafjørð við svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún.

Finnur Fríði royndi eystanfyri Føroyar tá ið teir fóru at sigla. Finnur Fríði hevur henda túrin fiskað 800 tons av svartkjafti, og sluppu teir framat beinavegin hjá Havsbrún. Arctic Voyager landaði áðrenn teir, og loystu teir aftur í gjárskvøldi.

Finnur Fríði fer aftur til fiskiskap tá ið liðugt er at landa.