Fiskaaling 50 ár - myndir

myndir23-09-2020 - 14:40 - Jóanis Nielsen

 P/F Fiskaaling fylti 50 ár 22. septembur 2020. Dagurin varð hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum hendan dagin sambært tilmæltari frástøðu. Jens Kristian Vang hevur tikið myndirnar.

 

Helgi Jacobsen, rithøvundur, legði fram um bókina og um Fiskaaling.

 

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, bar eina heilsan fram.

 

Jóhanna Lava Køtlum handaði landsstýrismanninum fyrsta eintakið av bókini ”Úr eyga til varandi aling”.

 

Edmund Joensen bar eina heilsan fram. Hann arbeiddi á Fiskaaling heilt frá byrjanini av.

 

Almennu tilmælini um frástøðu vóru sjónlig.

 

Atli Gregersen, stjóri á Luna, bar eina heilsan fram.

 

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, bar eina heilsan fram.

 

Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, var burturstaddur, men bar eisini eina heilsan fram.

 

Annika Sølvará, stjóri á Granskingarráðnum, bar eina heilsan fram.

 

Høvi var at práta við rithøvundan eftir framløgurnar. Til vinstru stendur Marni Olsen, sum er abbasonur Júst í Túni.

 

Fiskaaling bjóðaði okkurt gott omaná.

 

Prátið gekk dúgliga eftir framløguna.

 

Høvundurin, Helgi Jacobsen, signeraði útvið 100 bøkur.

 

Atli Gregersen og Hans Jákup Mikkelsen vóru samdir um týdningin av tí arbeiði og tænastur, sum Fiskaaling veitir.

 

Nýggja bókin Úr eyga til varandi aling – Fiskaaling 50 ár verður at fáa í bókabúðum kring landið.