Fiskamarknaðurin metir um viðu 37

vinna13-09-2021 - 09:05 - Jóanis Nielsen

Samandráttur.

Línuskip. Bara línubátur kemur at landa í vikuni. Hann hevur mest tosk og hýsu. Ein byrjar túr nú, meðan restin liggur við bryggju. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Útróður: Streymurin verður góður og veðri verður eisini gott, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Teir fiska mest av hýsu.

Djúpvatnstrolarar: Annar fiskar kongafisk, meðan hin liggur við bryggju. Vantandi landar hann miðskeiðis í vikuni.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí. Tey fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er hamuligt.

Trolbátar: Sjey eru til fiskarí.