Fiskamarknaðurin metir um viku 4

vinna25-01-2021 - 09:43 - Jóanis Nielsen

Línuskip: Trý ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey landa helst øll í vikuni. Skipini fiska mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu. Sjey frystilínuskip eru til fiskarí, tvey undir Íslandi og hini undir Føroyum

Útróður: Streymurin verður góður fyrst í vikuni, men harðnar út á vikuna og veðri verður ikki av tí besta. Tí er ikki vantandi at tað verður so nógvur útróður. Bátarnir fáa nógv mest av hýsu og so tosk.

Djúpvatnstrolarar: Ein er til fiskarí, møguliga fer onkur út í vikuskiftinum.

Partrolarar:Fimm pør eru til fiskarí, men fiskaríið er vánaligt.