Fiskivinnunýskipan og menningarkvotur

Politikkur19-08-2018 - 21:13 - Jóanis Albert Nielsen

Haldi at løgtingslimir hava gloymt, at øll loyvir eru uppsøgd pr. 1. januar 2018, t.e at eingir aktørar hava nøkur loyvir ella kvotur ella fiskidagar pr. 1. januar 2018. Øll eru líkastillað eftir henda dag, og má hetta ikki gloymast.

Samgongan velur at luta út 80 prosent av øllum loyvum, kvotum og fiskidøgum til nakrar aktørar í Føroyum, hetta er størsta politiska útlutingin, ið er farin fram í Føroya søgu, men hetta sigur andstøðan einkium, bara grátur og grenj um menningarkvotur á 8,5 prosent, sum fara til nýggjar aktørar.
Kundi eisini spurt andstøðuna, um hon metir, at tann fiskivinnulóggáva, sum vit hava í dag, er góð - ella lýst annaðleiðis, góð fyri hvønn.

Vit mugu taka hædd fyri øllum økjum í Føroyum og øllum fólki í føroyum, ikki bara teimum fáu.

Hvat er tað fyri eitt samfelag, vit vilja hava? Vilja vit hava eitt samfelag, har stættarmunurin bara økist, ella vilja vit hava eitt samfelag, sum vit øll kunnu rúmast í, eitt samfelag við samhaldsfesti og treysti?

Um vit lata standa til í fiskivinnuni, gerst ogn Føroya fólks ogn hjá nøkrum fáum (fámannaveldi), er tað hetta man vil geva Føroya fólki í jólagávu? Nei, henda samgongan vil geva bæði verandi og nýggjum aktørum møguleikan at virka innan okkara fiskivinnu. Og nei, ikki bara teimum útvaldu. Um vit sum samgonga einki gera, fáa vi ein stættarmun í Føroyum, sum ikki er sæddur fyrr í okkara landi.

Hvar eru tær breiðu semjurnar? Samgongan hevur staðið víðopin fyri breiðjum semjum, men andstøðan vildi fyri ein hvønn prís ikki gera semju, hetta tí andstøðan frá fyrsta degi bert hevur havt eitt í tonkunum, nevniliga nýval (stjórnarskifti). Hetta kom eisini fram, tá Magni Laksafoss boðaði frá, at Sambandsflokkurin hevði fingið 90 prosent av sínum ynskjum við í eina semju.

Tað mest basala hjá øllum menniskjum her á landi er at vakna upp til nakað at fara til. Ja, eitt arbeiði. Vit vilja, at fjølbreitt arbeiði skal vera um alt landið, og við hesum menningarkvotum á 8,5 prosent kann hetta gerast møguligt, og eiga vit øll í tingsalinum tí at frøast um hetta.

Hetta skuldi ikki verið eitt klandursmál, men ein sólskinssøga fyri okkum øll og alt Føroya fólk. Fyrr hevur man havt royndarkvotur, ið einans vóru fyri eitt ár í senn, so man kundi ikki leggja sítt virksemi til rættis ella gerða neyðugar íløgur fyri at kunna menna seg. Við menningarkvotum, sum kunnu verða upp í fýra ár í senn, geva vit eisini teimum nýggju persónunum, sum vilja menna nýggjar vørur úr okkara tilfeingi, betri møguleika til at kunna tilrættisleggja teirra arbeiði og gera neyðugar íløgur til framburð fyri alt landið.

Pauli Trond Petersen