FK í Vágum koyrir vøru út

vinna18-03-2020 - 17:13 - Jóanis Nielsen

Stutt undan at koronasmittan fór at gera um seg í Føroyum, setti Føroya Keypssamtøka í Miðvági eina skipan í verk, har tað ber til at bíleggja vøru frá FK og so verður vøran koyrd út til kundar í Vágum.

Jóan Petur Joensen, leiðari í FK í Vágum sigur við JN.fo, at fyri fyrst verður koyrt út til kundar hvønn mikudag, men um eftirspurningurin av hesari tænastuni verður stórur, so verður koyrt oftari út um vikuna. Fólk ið ynskja at nýta hesu tænatuna frá FK kunnu senda mail til vagar@fk.fo ella ringja til 660060 og siga hvat tey ynskja at keypa. Gjald fer fram við at flyta upphæddina fyri vørurnar á konto, sum stendur á kvittanini. Tænastan er ókeypis fyri limir hjá FK, men um tú ikki ert limur er kostnaður 30 kr.