Fleiri russisk skip og Finnur Fríði royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi

vinna29-03-2020 - 11:11 - Jóanis Nielsen

 Fleiri russisk skip eru stødd sunnast í føroyskum sjógvi, tey royna eftir svartkjafti, men vit vita ikki hvussu tað roynist hjá teimum.

Finnur Fríði, sum hevur roynt í ES-sjógvi vestur úr Írlandi, kom í føroyskan sjógv í gjárkvøldið, teir hava leitað har suðuri í nátt, men vit vita heldur ikki enn, hvussu tað roynist hjá teimum, vit tosaðu við teir í gjárkvøldið, men tá var ikki nógv at síggja.