Gomul mynd frá Flogbóltssambandinum.

Flogbóltur: 30 ár síðan seinast

ítróttur27-09-2019 - 15:51 - Jóanis Nielsen

Flogbóltur: 30 ár síðan seinast!

Tað kann róliga verða sagt, at tað er ikki á hvørjum degi, at fólk kunnu síggja føroyska A-landsliðið í flogbólti á heimavølli. Flogbóltssamband Føroya hevur seinnu árini skipað fyri fleiri altjóða kappingum á heimavølli, og tær hava eydnast stak væl. Men hetta er fyrsta altjóða kapping fyri A-landsliðið hjá monnum í 30 ár.

Oyggjaleikir í 1989

Føroyar høvdu virknan leiklut, tá ið Oyggjaleikirnir tóku seg upp fyrstu ferð í 1985. Longu í 1989 hýstu Føroyar Oyggjaleikunum, og tá sum so mangan síðani var flogbóltur ein av fremstu ítróttagreinunum á leikunum.

Tað heilt serliga fyri flogbóltin var, at Føroyar vunnu gull. Eitt framúr úrslit, ið Føroyar ongantíð hava megnað síðan, hóast vit hava verið ómetaliga nær við. So vit kunnu av røttum siga, at vit vinna gull hvørja ferð vit skipa fyri á heimavølli. Vónandi kunnu vit eisini siga tað, tá ið síðsta bríksl hevur ljóðað sunnukvøldið 6. oktober í høllini á hálsi, og dysturin ímóti Íslandi er av.

Leingi hava vit bíða!

30 ára bíðitíð er nú av. Oyggjaleikirnir á heimavølli liggja enn nakað úti í framtíðini, men føroyska A-landsliðið í flogbólti kemur nú heim aftur. Endiliga sleppa vit at síggja okkara bestu á heimavølli. So nú er ikki at sita heima, men koma í høllina at brøla á Føroyar

Dystarskrá

Fríggjadag 4. oktober

Kl. 16.00 Skotland – Ísland

Kl. 18.30 Føroyar – Grønland

Leygardag 5. oktober

Kl. 16.00 Ísland – Grønland

Kl. 19.00 Skotland – Føroyar

Sunnudag 6. oktober

Kl. 14.00 Grønland – Skotland

Kl. 17.00 Føroyar - Ísland

Koyrið á Føroyar!