Flogbóltur, kvinnur: A-landsliðið úttikið til EM-kappingina

ítróttur07-05-2019 - 11:28 - Jóanis Nielsen

Føroyska kvinnulandsliðið hevur ikki verið í dysti síðani í juni 2017, tá liðið var við til endaspælið fyri Small Countries Division.

Í 2018 hevði liðið eisini møguleika at vera við í EM-kappingini hjá CEV.

Men orsakað av vantandi fígging mátti Flogbóltssambandið velja millum A-landsliðini ella ungdómslandsliðini, og tí vórðu A-landsliðini ikki í kapping í 2018 – hetta var ikki fíggjarliga forsvarligt uttan fígging.

Sosatt verða dystirnir hjá kvinnunum teir fyrstu í knapt tvey ár, tá liðið fríggjadagin 10. Mai 2019 skal spæla ímóti Írlandi í EM-kapping í Luksemborg.

Venjarin Lars Engell hevur úttikið hesar leikarar:

Hevarar:
Hanna Iansdóttir Biskopstø Ikast
Janna Falkvard
Miðleikarar:
Sirið Antoniussen Mjølnir
Sóley Mørch Poulsen KÍF
Súsanna Sólrunardóttir Ludvik Fleyr
Kantar:
Anja Sonnadóttir Danielsen Fleyr
Eva Winther Nagata Aarhus
Hilda Bolstad Mortensen Fleyr
Sofía Purkhús Splidt Mjølnir
Diagonalar:
Bára Holm Jacobsen Fleyr
Hanna Olsen KÍF
Libero:
Anna Larsen Aalborg
Barbara Herdalur Poulsen Dráttur