Savnsmynd.

Flogbóltur kvinnur: KÍF vann 5-settara á Fleyr

ítróttur06-03-2020 - 22:03 - Jóanis Nielsen

Flogbóltur: Kvinnurnar hjá KÍF tóku í kvøld ímóti Fleyr í Høllini í Kollafirði.

Talan gjørdist um ein tættan og spennandi dyst, sum endaði við 5-settara.

Fleyr-KÍF 2-3 (25-19, 23-25, 25-23, 21-25, og 16-18)

Eftir sigurin í kvøld liggur KÍF nr. 2 í landskappingini við 22 stigum, Mjølnir hevur 25 stig á 1. plássi og Dráttur 19 stig á 3. plássi, nr. 4 er Fleyr við 16 stigum, nr. 5 SÍ við 13 stigum og nr. 6 TB við 4 stigum.