Flogbóltur: SÍ er føroyameistari hjá kvinnum

ítróttur03-04-2021 - 18:14 - Jóanis Nielsen

Seinna flogbóltsfinalan millum bæði liðini úr Vágum - SÍ úr Sørvági og Dráttur í Vága kommunu - gjørdist ein sera sera spennandi. 

Tað skuldi ein 5-settari til fyri at finna vinnaran í seinnu finaluni, úrslitið gjørdist at Dráttur vann seinna finaluumfarið, sostatt stóð á jøvnum og tí skuldi eitt sett spælast afturat, tað gjørdist ikki minni spennandi - SÍ vann 17-15 og gjørdist sostatt føroyameistari hjá kvinnum - Tillukku SÍ og eiisini Dráttur, sum eisini spældi sera væl í dag - Ein finala kann ikki gerast meira spennandi enn kvinnufinalan í dag.