Flogbóltur: SÍ vann 3-2 á KÍF

ítróttur16-02-2019 - 17:16 - Jóanis Nielsen

SÍ vann ein spennandi 5-settara í móti KÍF í hálvfinaluni - SÍ er sostatt komið í finaluna hjá kvinnum.

Klokkan 19,00 í kvøld verður avgjørt, um tað verður Fleyr ella Mjølnir, sum skal møta SÍ í steypafinaluni 2. Mars.

Settini endaðu 29-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10.