Flogbóltur: U 17 dreingirnir vunnu eisini á Onglandi

ítróttur16-10-2018 - 21:22 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum heldur árfram við sigurskósini og vunnu í dag 3 – 0 á Onglandi í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Settini endaðu 25-16, 25-16 og 25-21.

Sostatt hevur føroyska liðið vunnið sín bólk, eftir at teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0, og er liðið nú klárt til semifinaluna, sum verður spæld klokkan 16,00 í morgin. Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/

Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.

Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:

Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen

Mattias Nolsøe Isaksen

Tórur Paulason

Hørður Joensen

SÍ:

Hjørtur Joensen

Bjarni Joensen

Silas Poulsen

Ragnar Weihe

Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:

Dávið Hentze

Venjarar:

Rajko Petrovic og Hans Simonsen.