Flogbóltur: U 17 genturnar vunnu á Onglandi

ítróttur16-10-2018 - 21:26 - Jóanis Albert Nielsen

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum hava í kvøld vunnið 3-1 á Onglandi við settunum 25-18, 15-25, 25-23 og 25-21.

Hetta var næsti sigurin hjá teimum í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, og fyrr í morgun var mótstøðuliðið Svøríki, sum tær eisini vunnu 3-1 á. Sostatt gjørdist Føroyar nr. 2 í bólkinum aftanfyri Finland.

Liðnum er nú tryggja pláss í kvartfinaluni, sum verður ímóti Íslandi klokkan 10,00 í morgin.Allir dystirnir síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/live.

Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland, og har gjørdist Danmark vinnari, nr. 2 Noreg, nr. 3 Ísland og aftast Grønland.

Eisini U 17 dreingirnir hava leikt seg víðari, tá teir í dag gjørdist vinnarar av sínum bólki frammanfyri Svøriki og Ongland.

Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:

Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.