Flutningur úr Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur tikið avgerð um, at flutningsloyvi ikki verður givið til flutning av livandi seyði av Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni. Hetta fyri at fyribyrgja, at ridluskriði spjaðist til fleiri oyggjar í Føroyum. Heldur ikki verður flutningsloyvi latið úr ridluskriða-oyggjunum, til seyð, ið skal slaktast.

Flutningsloyvið verður framvegis givið til flutning av seyði til hesar oyggjarnar, men hesin seyðurin fær sum sagt ikki flutningsloyvi av viðkomandi ridluskriða-oyggj aftur.

Undantaksloyvi / flutningsloyvi verður tó altíð latið til seyð, ið skal slaktast á góðkendum sláturvirkið.

Flutningur á Streymoynni, Eysturoynni og Fugloynni

Flutningur av livandi seyði ímillum ymisk økir á eini ridluskriða-oyggj er framvegis loyvdur, men Heilsufrøðiliga starvsstovan vil í hesum sambandi staðiliga fráráða øllum óneyðugum flutningi av livandi seyði. Hetta er galdandi fyri allar oyggjarnar, men serliga fyri Streymoynna, Eysturoynna og Fugloynna. Hagarnir, har ridluskriði er staðfestur, hava tó fingið forboð fyri flutningi av seyði út av økinum.

Fólk, sum ferðast ímillum ymisk økir við seyðahaldi, verða rádd til at vaska stivlarnar ímillum vitjanir í teimum ymisku økjunum.

Flutningur av seyði millum oyggjar

vinna05-09-2019 - 10:54 - Jóanis Nielsen

Sambærtkunngerð nr. 3 frá 14. januar 2003 um forboð móti flutningi av livandi kleyvdýrum oyggjanna millum v.m.er tað ikki loyvt, at flyta livandi seyð ímillum oyggjarnar í Føroyum. Tó kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva undantaksloyvi, um flutningurin ikki førir við sær munandi vanda fyri sjúkuspjaðing.

Umsókn um undantaksloyvi

Um ætlanin er at flyta seyð úr einari oyggj í aðra, skal umsókn fyrst sendast til Heilsufrøðiligu starvsstovuna.Viðgerðin av umsóknini tekur 3 arbeiðsdagar. Í umsóknini skulu fylgjandi upplýsingar gevast:

  • Navn, bústaður og telefonnummar hjá sendaranum.

  • Navn og matrikulnummar á djórahaldi ella hagaparti, har seyðurin verður fluttur frá.

  • Djóraslag, ættarslag, aldur, kyn og oyramerki ella id-nummar.

  • Navn, bústaður og telefonnummar hjá móttakaranum.

  • Navn og matrikulnummar á djórahaldi ella hagaparti, sum seyðurin verður fluttur til. Ella upplýsingar um, hvar ætlanin er at slátra seyðin.

  • Váttan frá sendaranum um, at tað hvørki í upprunadjórahaldinum ella hagapartinum, haðani seyðurin kemur, hava verið tekin um fráboðanarskylduga sjúku.

Tað er ikki loyvt at flyta seyð, sum hevur sjúkutekin, ella at flyta hann frá djórahaldi við smittandi sjúku. Heldur ikki er loyvt at flyta seyð úr hagaparti, har ridluskriði (scrapie) er staðfestur. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann tó geva undantaksloyvi til hetta.

Umsókn um flutningsloyvi kann sendast við telduposti tilhfs@hfs.fo,ella sum bræv til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, Smyrilsvegur 7, 2. hædd, FO-100 Tórshavn. Tað er sendarin, sum skal søkja.

Sjálv umsóknarblaðið finst á hesarisíðuni, undir Flutningur av kleyvdýrum oyggjanna millum.

Gjald

Flutningsloyvið kostar 170 kr., og skal gjaldast frammanundan á kontu í BankNordic: 6460-000.992.765.6. Gjaldið er ásett sambært §7 í kunngerð nr. 6 frá 2009, sum broytt við kunngerð nr 27 frá 2011, og svarar til ½ tíma.

Ridluskriði og flutningur

Oyggjarnar har ridluskriði er staðfestur eru: Streymoy, Eysturoy og Fugloy.

Flutningur ígjøgnum Streymoynna og Eysturoynna

Undantaksloyvi / flutningsloyvi til flutning av seyði millum oyggjar verður framvegis latið til flutning av seyði úr ridluskriða-fríum oyggjum. Skal slíkur flutningur fara fram ígjøgnum Streymoynna og/ella Eysturoynna, skal hetta gerast uttan drál og beinleiðis til móttakandi djórahald.