Fólk eiga ikki at gera sítt egna handspritt

corona24-03-2020 - 13:54 - Jóanis Nielsen

Kunningarskriv

Fólk eiga ikki at gera sítt egna handspritt

Í løtuni er ein rúgva av uppskriftum í miðlunum og á netinum um hvussu ein kann framleiða sítt egna handspritt, men Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir staðiliga frá, at hetta verður gjørt.

Handsóttreinsanarevni eru ofta gjørd burtur úr einum ella fleiri sløgum av alkoholi t.d. ethanol ella propan-2-ol, sum eru sera eldfim. Tað er tí stórur vandi fyri, at eldur kann koma í, ella at viðkomandi brennir seg, tá ið arbeitt verður við alkoholi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið mælir í heila tikið fólki frá at stoyta vandamiklar eldfimar blandingar í eitt annað ílat, tað tað sum tað verður selt í, av tí at hetta kann leiða til sera vandamiklar støður.

Tað er harumframt stórur vandi fyri, at ikki-yrkisfólk blanda tilfarið við skeivum blandingslutfalli, ella nýta tað skeiva tilfarið. Ein skeiv blanding kann gera tað, at framleiðslan møguliga ikki drepur virusið á nóg munadyggan hátt og harvið gevur ein falskan tryggleika, ella at ein ger eina ov sterka blanding, sum kann elva til hjáárin, so sum húð- og eygnairriterilsi ella tað, sum verri er.